Update!!
Tórshavnar Stór Band hevur verið í studio síðstu tvær vikurnar. Vit hava tikið upp føroyskar sangperlur í nýggjum hami. Sera spennandi verkætlan. Vit høvdu síðani konsert í kringvarpshøllini mentanarnáttina 3 juni. Konsertin var send beinleiðis til øll húsarhald í landinum. Eg spældi tíanverri ikki trompet til konsertina men var dirigentur í staðin. Tað var sum so eisini spennandi. Fløgan kemur út 25 juli.
Annars havi eg summarferiu frá musikkskúlaskipanini og hetta gevur mær tíð til mangt annað. Til dømis skal eg spæla eina rúgvu í summar, ikki tí, um tit hava tørv á trompetspæli, so vita tit, hvat tit skulu ringja :)

Post a Comment