Blog

Olavur Olsen - Thu Jun 09, 2011 @ 03:07PM
Comments: 0

 

Tórshavnar Stór Band hevur verið í studio síðstu tvær vikurnar. Vit hava tikið upp føroyskar sangperlur í nýggjum hami. Sera spennandi verkætlan. Vit høvdu síðani konsert í kringvarpshøllini mentanarnáttina 3 juni. Konsertin var send beinleiðis til øll húsarhald í landinum. Eg spældi tíanverri ikki trompet til konsertina men var dirigentur í staðin. Tað var sum so eisini spennandi. Fløgan kemur út 25 juli.

Annars havi eg summarferiu frá musikkskúlaskipanini og hetta gevur mær tíð til mangt annað. Til dømis skal eg spæla eina rúgvu í summar, ikki tí, um tit hava tørv á trompetspæli, so vita tit, hvat tit skulu ringja :)

Comments: 0
Olavur Olsen - Mon Apr 05, 2010 @ 10:58PM
Comments: 0

Páskaferian farin aftur um bak. Eg siti og arbeiði við heimasíðuni. Tað er langt síðani at eg havi verið her.

eg havi ælanir um at spæla meira. Tí havi eg gjørt eitt nýtt link á síðuni, ið eitur Music for all Occations. Her bjóði eg stutt sagt allan tónleik til øll høvi. Um tú hevur eitt tiltak har tú kundi hugsað tær tónleik, so setur tú teg í samband við meg.

Comments: 0
Olavur Olsen - Sun Jun 08, 2008 @ 06:06AM
Comments: 0

Hey. Sum tit síggja, so riggar hetta!! feitt!! Eg havi sitið og gjørt eitt sindur um inni á síðuni, og haldi sjálvur, at hon byrjar at rigga heilt væl. Hon er á enskum og er tað sjálvandi tí at eg vænti og hopi, at ein stórur partur av lesarunum verða útlendingar!!

Comments: 0
powered by Doodlekit™ Free Website Builder by Doodlebit™ Website Company